Orsaka av nógvum kava á vøllinum við Margáir gjørdist einki við fótbólt har norðuri í kvøld. Tá ið dysturin skuldi vera ímóti teimum næstbestu hjá KÍ, kom heilt nógvur kavi niður, so har var einki annað at gera hjá dómaranum uttan at avlýsa.
Avrátt er, at útsetti dysturin verður spældur hóskvøldið klokkan 18.
07 Vestur nýtti høvið at leggja seg einsamalt á toppin við 3-0 sigri á teimum næstbestu hjá Víkingi. Tað var ikki fyrr enn miðskeiðis í seinna hálvleiki, at tað brast fyri nev hjá heimaliðnum. Danski álosspælarin Søren Nielsen, sum hevur verið nógv skaddur, setti hol á, og eitt korter undan leikloki økti Petur G. Daobø um munin. Hetta var fyrsta málið hjá gøtumanninum í 07 Vestur, har hann nú spælir á fjórða ári. Gunleif Magnusarson, sum er toppskjútti í deildini, staðfesti 3-0 sigurin við sínum áttanda máli.
Giza/Hoyvík átti heimavøll í grannauppgerðini ímóti teimum næstbestu hjá AB. Heimaliðið hevði betri tak á spælinum, og í fyrra hálvleiki vórðu bæði málini skorað. Johan Restorff, sum var á liðnum fyri fyrstu ferð í ár, setti hol á eftir langt innkast úr høgru frá Magnar K. Vang, og Mikkjal T. Hentze økti um leiðsluna, eftir at Jóhan R. Jacobsen varð feldur í gjøgnumbroti.
FC Suðuroy vann rimmar 7-0 sigur á heimavølli ímóti NSÍ, sum bara hevði trettan spælara – teir flestu unglingar. Ein er føddur í 1993, ein í 1997 og hinir í 1998 og 1999 – teir flestu í 1999.
Búi Egilsson og Mamuka vóru tvífaldir málskjúttar, og hini málini skoraðu Jonn Marni Lindenskov, innskifti Teitur Mortensen og Dánjal Godtfred.
Við 3-3 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá HB lyfti B71 seg upp um niðurflytingarstrikuna. Fyrstu løtuna talaði lítið fyri stigi til heimaliðið. Adrian Justinussen skoraði fyrsta korterið hattrikk.
Útlendsku spælararnir hjá B71 skoraðu málini. Ibrahima Camara minkaði um munin til 1-2, og hann javnaði til 3-3 miðskeiðis í seinna hálvleiki, eftir at Patrick Toh stutt eftir steðgin hevði fingið rættiligan spenning í.
EB/Streymur-KÍ útsettur
Giza/Hoyvík-AB 2-0 (2-0)
1-0: Jóhan Restorff Jacobsen 9.
2-0: Mikkjal T. Hentze br 28.
07 Vestur-Víkingur 3-0 (0-0)
1-0: Søren Nielsen 64.
2-0: Petur G. Dalbø 75.
3-0: Gunleif Magnusarson 86.
B71-HB 3-3 (1-3)
0-1: Adrian Justinussen 1.
0-2: Adrian Justinussen 4.
1-2: Ibrahima Camara 15.
1-3: Adrian Justinussen 15.
2-3: Patrick Toh 50.
3-3: Ibrahima Camara 65.
FC Suðuroy-NSÍ 7-0 (4-0)
1-0: Búi Egilsson 12.
2-0: Mamuka Toronjadze 19.
3-0: Jonn Marni Lindenskov 30.
4-0: Búi Egilsson 42.
5-0: Mamuka Toronjadze 55.
6-0: Teitur Mortensen 69.
7-0: Dánjal Godtfred 75.
Støðan
07 Vestur 19
EB/Streymur 16
FC Suðuroy 13
Giza/Hoyvík 12
KÍ 9
NSÍ 9
HB 7
B71 5
AB 4
Víkingur 4
Øll liðini hava spælt sjey dystir uttan EB/Streymur og KÍ, sum hava spælt seks dystir.
Áttanda umfar
Leygardagin 30. apríl
EB/Streymur-07 Vestur
Víkingur-HB
FC Suðuroy-AB
Giza/Hoyvík-B71
NSÍ-KÍ