Nú endar hann í Hvítu Húsunum

Tær stóru veddingarfyritøkurnar eru á einum máli um, at nú endar Barrack Obama í Hvítu Húsunum

Barrack Obama vann sum væntað greiðan sigur á uppstillingarvalinum í Mississippi í gjár. Hann fekk 59 prosent av atkvøðunum, og Hillary Clinton fekk 39.

 

Sigurin var sum nevnt væntaður, men sambært teimum stóru veddingarfyritøkunum hevði hann eisini avgerandi týdning fyri tey komandi uppstillingarvalini, og tær ivast ikki longur í, hvør kemur í Hvítu Húsini eftir valið í heyst. Veddingarfyritøkur sum Paddy Power og Intrade hava Obama sum greiðan vinnara, og hóast Landbrokes ikki er so sannførd, ivast tey har heldur ikki í, hvør hevur teir betru møguleikarnar.

 

Veddingarfyritøkurnar vænta, at Hillary Clinton fer at vinna tey næstu uppstillingarvalini, sum verða í Pennsylvania, Kentucky og West Virginia, men at tað kortini ikki verður nóg mikið, til at hon kann fáa líka nógvar valmenn sum Obama.