Nú ella ongatíð

Oddagrein

 

Eina fjórðingsøld ov seint kemur frágreiðingin um støðuna og framtíðina hjá útoyggjunum, og hon kemur til ta somu niðurstøðu, sum fleiri ferðir fyrr er staðfest á hesum stað: at jarðarviðurskiftini eru tey mest avgerandi fyri framtíðina hjá útoyggjum og smáplássum. Um ikki fólk á staðnum, ella tey sum hava hug at flyta á smápláss, fáa jørðina til brúks ella ognar, verða útoyggjar avtoftaðar og verða í framtíðini summarbústaðir hjá fráfluttum og ættarfólkum teirra.


Men rætturin til jørðina er ikki einasta fyritreytin fyri at fáa fólk, og serliga familjur við børnum, at trívast og vaksa upp í útoyggjum og smáplássum. Aðrar fyritreytir sum samferðsla, samskifti, aðrir arbeiðsmøguleikar, góð skúlaviðurskifti, almanna- og heilsutænastur, tryggleiki, og frítíðar- og mentanartilboð mugu verða til steðar.


Øll hesi viðurskifti verða viðgjørd væl og virðiliga í tí frálíku frágreiðing, sum útoyggjanevndin við Olgu Biskopsstøð á odda hevur savnað saman tilfar til og orðað. Nú hava vit gott tilfar ? hagtøl, áskoðanir og uppskot ? at virka víðari á. Ikki tí, nógv hevur verið frammi í fjølmiðlum millum ár og dag, men tað hevur verið spjatt og heldur ikki fullfíggjað og í slíkum hami.


Nevndin skal stórt hava rós fyri arbeiði og avrik sítt, og eisini skal Olga Biskopsstøð hava rós fyri opinleika. Hon hevur viljað greitt frá gongdini so hvørt, og harafturat eru partsniðurstøður lagdar út á alnótina av og á. Tað hevur verið gott hjá fjølmiðlum og tí eisini Føroya fólki, sum fyri stóran part er áhugað í hesum arbeiði eins og støðuni hjá útoyggjum.


So vítt og so gott. Nú er tann stóri spurningurin eftir: vilja politikkararnir av álvara gera nakað við spurningin? Higartil hevur jørð og ognarrætturin til hana verið ein heilag kúgv! Men løgtingið, og kanska serliga einstakir løgtingslimir, mugu gera sær greitt, at verður ikki ein grundleggjandi og miðvísur politikkur lagdur fyri útoyggjar og smápláss nú, so gera hesir politikkarar seg skyldugar í, at útoyggjar og smápláss verða upp aftur meiri armað og helst eisini avtoftað. Tí kann at enda staðfestast: annaðhvørt nú ella ongatíð!