Nú ella ongantíð

Taka kommunurnar ikki við eldraøkinum nú, so taka vit eldraøkið inn undir landið. Eg kann ikki liva við tí býti, sum er, sigur Annika Olsen, landsstýriskinna í Almannamálum

- Vit hava langt síðani sent okkara uppskot um eldraøkið út til kommunurnar, og eg havi ikki hoyrt eitt orð aftur!
Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Hon er av teirri meining, at eldraøkið liggur betri úti hja kommununum, tí lokala vitanin er nógv størri.
- Tað sigur seg sjálvt, at lokalu bygdar- og býráðslimirnir hava størri lokalvitan, enn eg havi úti í Almannaráðnum, sigur Annika Olsen.
Hon heldur, at eldraøkið er munandi lættari hjá kommununum at yvirtaka, enn tá kommunurnar yvirtóku barnaansingina.
- Eldraøkið er so væl útbygt, at kommunurnar ikki nýtast at byggja feiri nýggjar bygningar. Vit hava bygt 630 bústaðarpláss til eldri seinastu árini, og tað nøktar tørvin, sigur Annika Olsen.
Hon veit ikki, hvar KSF hevur sínar útrokningar frá, men hon sigur, at framskrivingar vísa, at eldraøkið ikki verður nakað týðandi dýrari enn tað er í dag.
- Kommunurnar hava ligið inni við mínum uppskoti í langa tíð, uttan at venda aftur. Eg havi biðið kommunurnar peika á ein persón, sum kann verða við til at tingst um yvirtøkuna av eldraøkinum. Fyri at gera arbeiðið lættari at skipa hava vit gjørt av, at tað frameftir bara vera Jørgen Niclasen og eg sjálv, sum skulu tingast fyri landið. Á tnn hátt verður tað lættari enn við einum stórum fylgibólki, sigur Annika Olsen.

Krøvini tey somu
Hon dugir ikki at síggja, hví kommunurnar taka so nógva tíð um at viðgera málið.
- Krøvini til eldraøkið eru og verða júst tey somu, sum tey eru nú. Og tá kommunurnar yvirtaka økið, verða tað eisini tær, sum ráða, sigur Annika Olsen.
Um kommunurnar ikki vilja vera við, so má landið taka yvir.
- Eg kann ikki liva tí tí tvíbýti, sum er millum land og kommunur á eldraøkinum, og vilja kommunurnar ikki verða við, má landið yvirtaka alt økið sum tað er, sigur Annika Olsen.
Hetta er kortini ikki nakað, sum landsstýriskvinnan ynskir, tí hon heldur, at elraøkið liggur betri úti hjá kommununum.
- Tað er har, at lokala vitanin er, og tí er tað náttúrligt, at kommunurnar sita á økinum, sigur Annika Olsen.
Tað verður tí upp til kommunurnar atgera av, hvar eldraøkið endar, men tað er greitt, at støðan ikki kann halda fram sum nú er.
- Greiða má fáast á býtinum, og vilja kommunurnar ikki taka yvir eldraøkið, so má eg taka tað undir landið. Eg kann ikki blíva við at arbeiða undir verandi umstøðum, staðfestir Annika Olsen.