Telefonverk Føroya Løgtings er farið í søguna. Tá stovnurin var umskipaður til partafelag skifti hann eisini fyribils navn og kallaðist P/F Telefonverkið.
Men nú er eisini tað farið í søguna.
Fyri at laga seg til tíðina og fyri at skapa sær ein reinari profil - ella image, hevur stovnurin bæði skift navn, samstundis sum hann hevur fingið nýtt búmerki.
Í sambandi við broytingarnar er pakki sendur starvsfólkunum soleiðis at tey kunnu lesa um bakgrundina fyri átakinum og nýggja búmerkinum.
Stovnurin viðgongur at tað er sera týdningarmikið, at bæði starvsfólk og viðskiftafólk taka undir við tiltakinum og tí verða fjølmiðlarnir boðnir at meta um tiltakið, um búmerki og um Føroya Tele sum fjarskiftisveitaran, sum framhaldandi skal skapa fortreytirnar fyri føroyska kunningarsamfelagnum, sigur Føroya Tele í tíðindaskrivinum.
Enska heitið á føroyska televerkinum er Faroese Telecom.