Oljuleiting
Talan er um Lagganfeltið nakað vestan fyri Hetland ella miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið. Í tíðindaskrivi frá felagnum verður upplýst, at ein avmarkingarbrunnur, sum er boraðir fyrr í ár og síðani testaður, nú vísir seg at vera væleydnaður. Tað er risastóri boripallurin Jack Bates, sum hevur staðið fyri brunninum og hevur m.a. verið høvið hjá ferðafólki og manning á Norrønu, sum hava siglt millum Hetland og Føroyar at síggja gassglæmuna frá boripallinum. Hini feløgini, sum eru við í hesum loyvinum eru ChevronTexaco, Dong og Eni. Tvs. feløg, sum eisini eru og helst fara at vera virkin á føroyska landgrunninum.
Tað áhugaverda við hesum tíðindum er, at somu feløg umframt føroyska oljufelagið Føroya Kolvetni hava fingið tillutað fleiri teigar í 22. brestku runduni nærhendis Laggan gassfundið.
Michel Contie, stjóri í Total sigur í tíðindaskrivi, at tey hava havt trupulleikar við at bora henda nýggjasta avmarkingarbrunnin, men kortini hevur drúgva boringin nú í fleiri mánaðir, givið felagnum nógvar nýggjar upplýsingar um goymslunøgd og sjálvt reservoiri. Enn er eingin avgerð tikin um at fara undir at byggja út, men felagið sær ljóst uppá, at tað fer at eydnast at útbyggja feltið við framtíðar handilslikgum og tøkniligum loysnum. Total-stjórin sigur eisini, at tey eru sera fegin um úrslitið av 22. útbjóðingini, har Total hevur fingið tillutað fleiri teigar í Laggan-umhvørvinum.