6. umfar í næstbestu deildini er á skránni seinnapartin í dag.
B68, sum hevur fingið fulla úrtøku burturúr fimm umførum, fær vitjan av TB. Bæði feløgini hava verið nógv í bestu deildini, og dreymurin hjá báðum er at flyta upp í Formuladeildina.
Eftir fimm umfør er dreymurin nærri at geraast veruleiki á Svangaskarði enn á Sevmýri. B68 hevur fingið fulla úrtøku og harvið 15 stig, meðan TB hevur 9 stig. Um tað ikki eydnast TB at fáa úrtøku í dag, so verður fjarstøðan fram til oddaliðið níggju stig. Um tað eydnast TB at vinna, verður fjarstøðan trý stig.
Øssur Hansen, sum var leikbannaður, tá ið B68 vann 4-1 í Leirvík, tí hann fyri fyrstu ferð í langa fótbóltslívi sínum hevði sæð reytt, er tøkur aftur hjá B68.
Chris Hammerfoss hjá TB, sum var leikbannaður, tá ið TB vann 4-0 á NSÍ, fer eisini at standa uttanfyri í dag.









