Aftur í dag fara vit at viðmæla fólki at spæla uppá ymisk veddimál, umframt at tippa allar tríggjar dystirnar til EM.
Dagurin í gjár hilnaðist ikki so væl sum hinir, tí bert eitt av teimum trimum veddimálunum gingu heim. Tað var at Spania skuldi vinna við at halda málið reint.
Les eisini: Svøríki skal aftur í eldin
Belgia - Írland (Byrjar klokkan 14:00)
Klokkan 14:00 í dag verður fyrsti dysturin spældur.
Dysturin er millum Belgia og Írland, sum bæði enn eiga fyrsta sigurin til góðar í EM-endaspælinum. Belgia tapti fyrsta dystin móti Italia, meðan Írland spældi javnt móti Svøríki í fyrsta dystinum.
Belgia hevur allar mans tøkar til dystin, meðan Írland manglar ein av lyklaleikarunum, Jonathan Walters, til dystin.
Vit viðmæla at spæla: Bæði liðini hava alt at vinna í dystinum, og vænta vit tí at liðini koma at spæla við hondbremsuni niðri. Vit viðmæla tí at spæla at yvir 2,5 mál koma í dystinum til odds 2,40.
Vit tippa: At Belgia vinnur dystin 2-1.
Ísland - Ungarn (Byrjar klokkan 17:00)
Annar dysturin verður spældur klokkan 17:00 í dag. Tá skal grannatjóðin hjá okkum føroyingum, Ísland, aftur í eldin.
Teir skulu møta Ungarn í einum dysti, har Ísland má metast at hava ein góðan møguleika fyri at vinna.
Ísland spældi í fyrsta dystinum javnt móti Portugal, meðan Ungarn heldur óvæntað vann 2-0 móti Eysturríki.
Bæði liðini hava allar leikararnar tøkar til dystin í dag.
Vit viðmæla at spæla: Portugal hevði fyri nøkrum døgum síðani stórar trupulleikar at sleppa framvið íslendsku verjuni. Vit viðmæla tí at spæla uppá at Ísland heldur málið reint í dystinum, sum gevur 2,45 ferðir pengarnar aftur.
Vit tippa: At Ísland vinnur dystin 1-0.
Portugal - Eysturríki (Byrjar klokkan 20:00)
Seinasti dysturin í kvøld verður klokkan 20:00, tá Portugal og Eysturríki hittast í dysti. Undan EM-endaspælinum vóru Portugal og Eysturríki mett sum favorittar at koma víðari úr bólki F, men hvørgan av teimum liðunum megnaði at fáa ein sigur í fyrsta dystinum.
Meðan Portugal hevur allar leikararnar tøkar til dystin í kvøld, manglar Aleksandar Dragovic hjá Eysturríki. Hann fekk reytt kort í fyrsta dystinum, og er tí leikbannaður.
Vit viðmæla at spæla: Trýst er á Portugal til dystin í kvøld, um teir ætla sær víðari úr bólkinum. Vit viðmæla tí at spæla uppá at Portugal vinnur dystin til odds 1,88.
Vit tippa: At Portugal vinnur dystin 2-0.









