Nú eigur Leif málmetið

Leif Niclasen er tann leikarin, sum hevur skorað flest mál í 1. deild upp á eitt kappingarár

Fyri nøkrum vikum síðani javnaði Leif Niclasen hjá EB/Streymi málmetið í 1. deild, sum Brian Jacobsen hjá Skála setti í fjør við at skora heili 32 mál í teimum 27 kappingardystunum, sum verða spældir árliga. Leif Niclasen skoraði ikki minni enn seks mál í dysti ímóti næstbesta liðnum hjá KÍ 16. september, og eftir hetta hevði hann tvey umfør eftir, har sundalagsmaðurin hevði møguleika at taka málmetið í næstbestu deildini einsamallur.

 

Les eisini: Leif hevur javnað málmetið

 

Vikuna eftir yvirtók Leif Niclasen málmetið, tá ið hann skoraði eitt mál í heimadysti ímóti FC Suðuroy, sum suðuroyingarnir vunnu 3-2. Og í vikuskiftinum endaðu Leif Niclasen og EB/Streymur eisini kappingarárið við manér, tá ið næstbesta liðið hjá NSÍ bleiv vunnið heili 9-2. Leif Niclasen skoraði trý mál í hesum dystinum, og harvið skoraði hann 36 mál í 1. deild hetta kappingarárið. So nógv mál hevur ongin leikari nakrantíð skorað í deildini upp á eitt kappingarár.

 

Leif Niclasen hevur sostatt skorað 1,33 mál fyri hvønn dyst, men um hugt verður eftir nýggjari søgu í 1. deild, so er ein leikari, ið hevur skorað fleiri mál í miðal enn EB/Streyma-framherjin upp á eitt kappingarár. Í 2005 skoraði táverandi AB-áleyparin, Súni Fríði Barbá, nevniliga heili 31 mál, og tá spældu liðini bert 18 dystir í kappingini. Hetta árið skoraði Súni Fríði Barbá 1,72 mál fyri hvønn dyst í miðal.

 

10 teir mest skorandi leikararnir í 1. deild 2016 síggjast niðanfyri:

 

1. Leif Niclasen 36 mál - EB/Streymur

2. Søren Nielsen 26 mál - 07 Vestur

3. Ahmed Keita 22 mál - Giza Hoyvík

4. Debes Danielsen 20 mál - NSÍ II

5. Holgar Durhuus 19 mál - 07 Vestur

6. Búi Egilsson 18 mál - FC Suðuroy

7. Ibrahima Camara 18 mál - B71

8. Mamuka Toronjadze 17 mál - FC Suðuroy

9. Hans Jákup Lervig 15 mál - Víkingur II

10. Adrian Justinussen 13 mál - HB II

 

Kelda: FaroeSoccer

 

Les eisini: So nógv mál blivu skorað í 1. deild