Nú eigur Helgi Vágs Timburhandil

Hin 1. januar í ár broyttust eigaraviðurskiftini í Vágs Timburhandli, sum brøðurnir, Helgi og Sølvi Kristiansen, hava átt og rikið seinastu árini.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Vágs Timburhandil hevur nógv ár á baki, og seinastu 10-11 árini hava brøðurnir, Helgi og Sølvi Kristiansen, átt og rikið virksemið, sum pápin, Brynjolf Kristiansen, legði lunnar undir fyri meira enn 40 árum síðan.

Hin 1. januar í ár var eigaraskifti í fyritøkuni. Tá avgjørdu brøðurnir, at Helgi skuldi keypa partin hjá Sølva, og soleiðis er Helgi Kristiansen nú einsamallur eigari av fyritøkuni í Vági.

Eins og aðrir timburhandlar kring landið, hevur Vágs Timburhandil eisini havt eina munandi privatkundasølu, nú Føroyar hava verið niðri í ferð orsakað av korona-smittuni.

- Jú, vit hava havt eina heldur størri sølu í mars og apríl í ár, enn vit høvdu í fjør. Her hugsi eg ikki bara um talið av viðskiftafólki, nú nógv fleiri privatfólk enn vanligt hava verið inni á gólvinum. Eg hugsi eisini um samlaðu søluna, sum hevur verið nakað størri hesar báðar mánaðirnar í ár enn í fjør.

Tað sigur eigarin, Helgi Kristiansen, sum vísir á, at tað merkist týðiliga, at fólk hava havt betri stundir heima við hús og seinastu vikurnar hava tikið sær av ymiskum, sum kanska hevur ligið á láni.

- Vit hava havt nógvar smáar avgreiðslur og leveringar, tó at størri leveringar sjálvsagt eisini hava verið til okkara føstu viðskiftapartar, sum hava ymiskt byggivirksemi í gongd.

Helgi Kristiansen vísir á, at so skjótt, sum myndugleikarnir boðaðu frá, at Føroyar fóru niður í ferð, merktist, at talið av viðskiftafólki í handlinum vaks.

- Tað var ikki soleiðis, at tað gingu nakrir dagar, áðrenn fólk komu, men tey byrjaðu beinanvegin at koma á gátt at keypa ymiskt, tey vildu brúka, nú tey kortini vóru heima.

Eigarin av Vágs Timburhandli sigur seg vóna, at hetta verður eitt gott summar. Men, hann hugsar eisini um, hvussu tað fer at verða, tá vit koma út á heystið og kanska enn longur út á árið.

- Tað er jú ikki óhugsandi, at sølan, sum verið hevur í mars og apríl og vónandi fer at halda fram í summar eisini, kanska fer at merkjast aftur í seinnu hálvu av árinum.

Helgi Kristiansen sigur, at ymiskar byggiverkætlanir hava verið og eru í gongd í Suðuroy, og millum hesar er eitt nú næmingaheimið í Vági, har Vágs Timburhandil hevur havt veitingar av byggitilfari.

- Næmingaheimið er innilokað, og vindeygu og hurðar eru komin í. Nú verður heimið innrættað, leggur hann aftrat.

Í VikuskiftisSosialinum í dag er serblað um byggivinnu, og her er ein longri frásøgn um, hvat Vágs Timburhandil hevur at bjóða. Her verður eisini nomið við eina ætlaða útbygging av goymsluni hjá fyritøkuni.

##med2##