Nú eiga vit Christian í Grótinum

Eigararnir av Christiani í Grótinum hava keypt norska partin í skipinum fyri góðar 50 mio. krónur.

Eigararnir av stásiliga nótaskipinum, Christiani í Grótinum, hava gjørt av at keypa norska partin í skipinum.
Christian í Grótinum er bygdur í Kili og kom í føroyska fiskiflotan í 1998. Talan var um eina dýra verkætlan og tí munaði tað væl, at norska felagið, Austevol, játtaði at seta pening í nótaskipið.
-Tað hevur allatíð verið ætlanin hjá okkum at keypa norska partin í skipinum. Nú hevur tað so eydnast at yvirtaka skipið heilt og tað fegnast vit um, sigur Eyðun Rasmussen, ið er sonur Kristian Martin Rasmussen, útgerðarmann á Christian í Grótinum.
Eyðun Rasmussen leggur afturat, at tað var eitt ynski frá báðum pørtum, at
føroyingar yvirtaka norska partin í Christian í Grótinum, og tí er als ikki talan um nakra ósemju millum P/F Christian í Grótinum og norska felagið Austevol.

Dýr yvirtøka
Christian í Grótinum kostaði í 1998 góðar 160 mio. krónur at byggja. Norski parturin í verkætlanini var góðar 50 mio. krónur ella ein góður triðingur av kostnaðinum. Spurdur, hvussu dýra yvirtøkan fer at ávirka raksturin hjá Christian í Grótinum, svarar Eyðun Rasmussen, at raksturin sjálvsagt verður tyngri enn undanfarin ár, men reiðaríið hevur kortini góðar vónir um at fáa endarnar at røkka saman.
Eigararnir av Christiani í Grótinum hava heldur ikki nakra orsøk til at stúra ov nógv. Stásiliga nótaskipið hevur fiskað ómetaliga væl síðan 1998 og góði fiskiskapurin er eisini høvuðsorsøkin til, at føroyingar hava gjørt av at keypa norska partin í skipinum.
Hóast árið í fjør ikki hilnaðist eins væl og undanfarin ár, so letur Eyðun Rasmussen væl at.
? Vit høvdu einar 5-6 mio. krónur í avlopi í fjør og tað var væl minni enn í Í 2002( avlop á 17 mio. krónur, blðm). Í ár sær rímuliga væl út og eg vænti, at vit koma at fáa nøkulunda sama avlop í ár sum í fjør, greiðir Eyðun Rasmussen frá.
Christian í Grótinum fiskar í løtuni sunnanfyri á Munkagrunninum. Hitt skipið hjá reiðarínum, Norðborg, landar í løtuni á Seyðisfirði í Íslandi.