Hetta er eitt eymt mál. Samstundis er nógv nýtt komið fram, og tí eiga vit at steðga á.
Tað halda tey í Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum í Tórshavnar Býráði.
Í gjárkvøldið gjørdu tey eina roynd at fáa meirilutan í Tórshavnar Býráð at ganga frá ætlanini at brúka grót úr Eysturoyartunlinum til at gera eitt ídnaðarøkið á Sundi.
Men tað miseydnaðist, tí meirilutin stendur við ætlanina og sostatt verður ídnaðarøkið gjørt.
Býráðslimirnir í minnilutanum ásanna, at tey hava eisini verið við til at samtykkja at gera ídnaðarøkið í Sundi. Men tey halda, at tað er so nógv nýtt komið fram, at býráðið eigur at steðga á.
Tey hugsa um, at kaldbaksfólk hava mest sum einmælt mótmælt ætlanini og tey hugsa eisini um, hvussu órógvandi ferðslan við grótið verður.
– Í meiri enn tvey ár skulu eini 70 treylarar koyra eftir Kaldbaksvegnum ímillum Hvítanes og Sund og tað verður ótolandi fyri ferðslutrygdina, halda tey.
– Tað vóru upplýsingar, vit ikki høvdu, tá ið býráðið samtykti at broyta byggisamtyktina, so at grótið kann leggjast á Sundi.
Les eisini: Grótið á Sundi: Tey standa við sítt
Tey ásanna, at tað var undanfarna býráði, sum samtykti at broyta byggisamtyktina so at grótið kann leggjast á Sundi og tað var undanfarna býráð, sum samtykti at gera ídnaðarøkið. Men málið var ikki endaliga avgreitt í undanfarnu samgongu, og tí bar til at bakka.
Og tað er hetta býráðið, sum hevur skrivað undir sáttmálan við tunnilsfelagið um at leggja grótið á Sundi. Og tað er eisini hetta býráðið, sum hevur endaliga góðkent, at byggisamtyktin verður broytt, so at grótið kann leggjast har.
Heldur enn at leggja grótið á Sundi, skjóta tey upp at brúka tað til vegin ímillum tunnilin og Havnina. Tað kann eisini brúkast sum ífylla í nýggju Skansabryggjuni og so mikið minni verður grótbrotið á Glyvursnesi. Og ein partur kann eisini brúkast til at gera ídnaðarøkið á Skarðshjalla størri. Eitt av teimum meiri semerktu uppskotunum frá Javnaðarflokkinum var at brúka grótið til ætlaða flogvøllin á Glyvursnesi.
Tey ásanna eisini, at tað er ein feilur, at Kalbaksnevndin ikki er hoyrd beinanvegin, men tey halda, at tað er ein dygd at kunna viðurkenna eitt mistak – og at rætta tað.
– Hetta er ein gyltur møguleiki at bjarga Kaldbaksfirði halda tey.
Og samanumtikið halda tey, at ongin vissa er fyri, at ídnaðarøkið nakrantíð fer at verða brúkt, í hvussu so er eru ongar ítøkiligar ætlanir, uttan ein umsókn um alibrúk, men býráðslimir seta stórt spurnartekin við eina umsókn um aling undir liðini á einum asfaltverki og einum kraftverkið, ið gongur við tungolju.
Meiri um sama mál kemur seinni