– Nú haldi eg, tað er upp á tíðina at lova teimum fram at, sum eru í størsta vanda fyri at blíva smittað.
Soleiðis sigur skiparin Jóhan Eli L. Poulsen, sum fyri kortum hevði sæti á tingi fyri Fólkaflokkin.
Hann sipar til øll tey, sum arbeiða uttanlands og mugu ferðast javnan, eitt nú útisiglarar í frálandavinnuni. Tí hesir persónar eru ikki beinleiðis fevndir av koppsetingarætlanini, sum í núverandi løtu er skipað eftir aldursbólkum.
– Kunngerðin er fín, sum nú er. Men mann eigur at hava nøkur undantøk. Til dømis fyri tey, sum starvast uttanlands, men eisini tey, sum vita, at tey skulu á sjúkraviðgerð uttanlands, sum er immunsvekkandi, sigur Jóhan Eli L. Poulsen, sum annars er væl nøgdur við koppsetingararbeiðið higartil.
– Nú blivu nakrir avlopsskamtar brúktir á sinni. Men eg síggi ongan trupulleika í tí, tí teir blivu brúktir skilagott. Eg síggi hinvegin ein trupulleika í, at mann nú letur fólki framat, sum ikki eru í so stórum vanda, meðan mann ikki letur tey, sum eru mest útsett, framat, sigur hann.
– Eg haldi, tað hevur stóran týdning at byrja at raðfesta øðrvísi, so vit kunnu fáa ein vanligan gerandisdag aftur so skjótt sum møguligt, sigur Jóhan Eli L. Poulsen.