Nú eiga tey eldru tørn

Hans Albert Hansen, Hoyvík
Valevni sambandsfloksins www.hansalbert.com

Við sama eldhuga sum tørvurin á barnaansingini varð nøktaður, skal tørvurin á eldraøkinum nøktast.
Eldraøkið, sum í dag er ein landsuppgáva er ein eftirbátur í allar mátar, tí má kommunan sjálv taka um endan og fáa bíðilistan til ellis- og røktarheimini niður eins og eldraíbúðir eiga at verða bygdar. Árligi blokkniðurskurðurin upp á 366 milliónir er ivaleyst ein orsøk til, at landsins myndugleikar ikki hava gjørt nógv burtur úr eldraøkinum. At allir politikkarar nú vilja loysa trupulleikarnar á eldraøkinum er at fegnast um, men Sambandflokkurin saman við sitandi samgonga er ivaleyst einasti garantur fyri, at trupulleikin á eldraøkinum skjótt verður loystur, eins og barnaansingin varð mest sum loyst eftir bert 4 árum. Eg vil arbeiða fyri at nøktandi tal av eldraíbúðum og ellis- og røktarheimum verður bygt sum skjótast.