Nú eiga summi fólk at lata seg koppseta

Influensatíðin er á veg, og serliga mæla læknar til at ávísir bólkar í samfelagnum lata seg koppseta, tí sjúkan kann raka tey hart

Vetrartíð er eisini ofta influensatíð.

 

Fyribils hevur influensan gjørt lítið og einki um seg, men Jenis av Rana, kommunulækni, sigur, at tað er mangan ikki fyrrenn tað nærkast ársskiftinum, ella aftan á, at fólk at álvara fara at leggjast við influensa.

 

Men aftur í ár ber til at koppseta seg fyri influensa og kommunulæknin mælir serliga ávísum bólkum til at lata seg koppseta.

 

Hesir bólkar kunnu lata seg koppseta ókeypis, men eisini onnur, sum vilja sleppa undan at brúka eina viku undir dýnuni í vetur, kunnu lata seg koppseta fyri 300 krónur.

 

Hóast alsamt fleiri lata seg koppseta, sigur Statens Serumsinstitutt, at tað framvegis eru verri enn so øll, ið fáa serligt gagn av koppsetingini, sum lata seg koppseta.

 

Teir serligir bólkar, sum fyrst og fremst eiga at lata seg koppseta og sum kunnu gera tað ókeypis, eru fyrst og fremst penjónistar yvir 67 ár, og fólk við varandi sjúkum, astmu, og øðrum sjúkum í andaleiðini og fólk við diabetis. Men eisini kvinnur, sum eru við barn, sjúklingar við krabbameini, við hjartasjúkum, og fólk við vánaligari immunverju, eiga at lata seg koppseta. Og tað eiga fólk, sum eru ovurfeit, eisini at gera.

 

Jenis av Rana sigur, at serliga fólk ið hesum bólkum kunnu verða álvarliga sjúk av eini influensa fyri ikki um at tala kunnu teyt verða illa sjúk av ymsum fylgissjúkum, bæði lungnabruna, og øðrum.

 

Hann sigur at koppsetingin verjir rættiliga væl fyri influensuni. Men hjá teimum, ið fáa hana, hóast tey eru koppsett, verður hon nógv mildari enn annars.

 

– Tað er ikki hvørt ár influensa brýtur út, men so kann hon verða hervilig summi ár. Fyri nøkrum árum gekk ein influensa. Hon herjaði ikki á fyrrenn í januar mánaði, og hon var so ring, at hon kostaði eisini mannalív. So tað er ein stórur fyrimunur at lata seg koppseta, sigur Jenis av Rana.