Orðini um, at mangir menn eiga haga saman, standa í Seyðabrævinum frá árinum 1298. Í 1271 geva føroyingar seg undir norskan kong. Men, ein treytin er, at kongur viðurkennir, at í lóggávu skal ?búnaðarbólkurin verða, sum lógbók tykkara sjálvs váttar áður.?
Okkara mentan ? at eiga haga saman ? er eldri enn kvæðini og kingosálmurin, ja eldri enn sjálvt føroyska málið í sínum verandi búna. Tíverri hava okkara egnu lærdu so mangan roynt at tikið av fyrndarmentan føroyinga. Snobbuttir, men vælmeinandi, hálvskúlaðir røvarar beindu fyri kvæðum og kingusálmi á mannamunni, og samtyktu enntá, at danskt skuldi vera málið í skúlanum ? alt annað var ov bygdarsligt og pínligt.
Uppskotið um lóg um búnaðarjørð er eitt uppskot um at taka av óðalsmentanina. Arvareglur, búnaðarnevndir, skráseting, búnaðar- og bústaðarskyldur, reglur um sundurbýti, førleika, og enntá loyvi at reka jørð saman ? alt hetta stríður móti tí, sum ?bók okkara sjálvs váttar áður.?
Roynt Prin-sippi-elt so Púra Groytt
Hví er tað, Bjørn á Heygum roynir at fremja tað, ið norskir kongar, gablar og fútar ikki mentu? Fyrst og fremst vegna teir fordómar, hann og aðrir hava ímóti okkum. Bjørn er eitt trúðfast góðdýr, ið altíð roynir at vera samdur við teimum, hann tosar við. Sótu vit báðir í búnaðarnevnd saman, so hevði Bjørn skrivað undir uppá nakað heilt annað ? tað er ikki viljin, ið manglar.
Tey brúkini, sum búnaðarnevndin hugsar sær, bera ikki til vinnuliga. Tey miðalstóru jarðarbrúkini bera seg ikki og fara ikki at bera seg. Men øll skipanin, sum bóndafelagið, vinnumálastýrið og jarðarráðið umstita, byggir á teknokratiska ynskið um, at vit skulu hava brúk við nakað av seyði og nakað av neytum, eins og í grannalondum okkara, eitt nú har tey sjálvi hava lisið, í Danmark og Norra. Samstundis skulu traðirnar og tey smáu festini takast frá fólki, og óðalsjørðin leggjast saman.
Hetta er mistakið hjá Bjørn og teimum. Hagapartarnir, har mangir menn eiga jørð saman, eru besta rakstareindin til seyð. Tí mugu vit sleppa at umseta uttangarðsjørð so lætt og ómakaleyst sum gjørligt, á sama hátt sum partaeigarar í einum partafelag. Tí er tað eisini, at teir smáu festararnir mugu sleppa at keypa, ikki til treytirnar hjá Bjørn og teimum, men til vanligar óðalstreytir uttan framíhjárættindi og uttan almenna skriviborðsumsiting.
Enn eiga mangir menn seyð saman í einum haga
Óðalsfelagið fer sjálvt at gera lógaruppskot, um búnaðarbøtur. Vit fara ikki at leggja okkum út í, um okkara fólkavaldu framhaldandi lata búnaðarstudningin fara til miðøkið, og at ódugnalig vinnurekandi fáa skuldarlætta. Hatta blanda vit okkum ikki uppí.
Vit hava tvey meginynski. Tað fyrra eru broytingar í matrikullógini, tað skal vera lættari at keypa og selja jørð, har menn eiga haga saman. Tað seinna er, at smáu festini í hagapørtum, har menn eiga seyð í haga saman, verða latin festarunum við somu treytum sum óðalsjørð.
Ónskvøldið 20. juni kl. 19:00 heldur óðalsfelagið fyrstu hoyring sína um búnaðarálitið í skúlanum í Porkeri. Væntandi koma allir óðalsmenn, traðarmenn og festarar á fund, uttan tjóvar og skálkar.