Á sosialu miðlunum hava fleiri undrast á, at kvinnurnar í lyklastøðum kring landið, ikki hava brúkt støðuna til at fáa størri ávirkan.
Á Tvøroyri var Anita Viðbergsdóttir í lyklastøðu í gjárkvøldið og hon segði við kringvarpið, at hon ynskti sær borgastjórasessin. Men tá avtornaði fekk hon hann ikki.
Eisini aðrastaðni í landinum hava kvinnur verið í lyklastøðum, uttan at nakar borgarstjórasessur er komin burturúr.
Tað sama kundi sigast um Havnina inntil fyri smáum tveimum tímum síðani.
Annika Olsen tók valdið frá Heðini Mortensen, og saman við Tjóðveldi og Framsókn hevur Fólkaflokkurin skipað samgongu.
Tað merkir so, at út av sjey býráðslimum í samgonguni eru fimm kvinnur og tveir menn.
Tey eru Annika Olsen, borgarstjóri. Gunvør Balle, varaborgarstjóri, Bergun Kass, ið sum skilst fær formansskapin í trivnaðarnevndini og ein sess í fíggjarnevndini, og Turið Horn og Marin Katrina Frýdal á Tjóðveldislistanum. Menninir eru Bogi Andreasen á Fólkaflokslistanum og Jákup Dam hjá Tjóðveldi.