Nú eiga fólk at umhugsa at lata seg koppseta

Korona og influensa kann verða ein vandamikil blanding, sigur Pál Weihe, ráðgevari í koronu

– Nú eiga fólk at umhugsa at lata seg koppseta fyri influensu. Tað heldur Pál Weihe, lækni og ráðgevari í koronu.

Korona gongur enn í Føroyum, men hetta er eisini tíðin, tá ið influensa plagar at ganga. Og influensa og korona kann verða ein vandamikil blanding, sigur hann.

Tað ber til at koppseta seg fyri influensu, og tað heldur hann, at fólk eiga at umhugsa. Serliga eiga eldri fólk, og fólk við varandi sjúkum, eitt nú diabetis og sjúkum í andaleiðini, at umhugsa hendan møguleikan. Tað sama ger seg galdandi fyri fólk, sum eru veik av ymsum sjúkum.

Koppsetingin er ókeypis fyri eldri fólk, og fólk í serligum vandabólkum.

Tá ið korona gjørdi um seg í vár, ansaðu vit so mikið væl eftir, at vit merktu lítið og einki til influensuna. Men nú korona aftur ger um seg, hava vit eina serliga grund til at lata okkum koppseta, tí fáa fólk influensu, afturat tí, at tey kanska hava koronu, kann tað taka teimum fast, sigur Pál Weihe.

Hann vil ikki fara so langt sum til beinleiðis at mæla øllum til at lata seg koppseta.

– Men tey, sum vilja verja seg fyri influensu, hava møguleikan at lata seg koppseta. Ein annar fyrimunur við tí, er, at verða tey sjúk, slepst undan ivanum um, antin tað nú er influensa, ella um tey kanska er koronu.

Hinvegin vísir hann eisini á, at tað hendur seg onkuntíð at koppingarevnið ikki rakar heilt neyvt á ta ávísu influensuna, sum gongur, og so er hon ikki so effektiv, sum ynskilig er. Men tað er ein vanligur trupulleiki, sum altíð hevur verið, sigur hann.

– Men spyrja fólk miðaldrandi og eldri fólk meg, hevði eg ikki ivast í mælt teimum til lata seg koppseta. Tað hendur í hvussu so er eingin skaði, men hinvegin er tað mest sannlíkt, at tað verjir tey.

Men er talan um eitt effektivt koppsetingarevni, kunnu tey, sum lata seg koppseta, eisini vera við til at verja onnur, tí tey forða fyri, at influensan breiðir seg.

Pál Weihe sigur, at eingin veit, hvussu gongdin við koronu, verður, men skuldi tað hent, at tað rættiliga fer at gera um seg, er tað í hvussu so er ein fyrimunur fyri okkum, og okkara heilsuverk, at vit ikki eisini hava eina influensu at stríðast við.