Ætlanin var, at Bush og Kerry skuldu koma til Florida í síðsta mánað, men báðir vandaðu veður, tá tær nógvu tropisku ódnirnar herjaðu stórar partar av statinum.
Men nú eru teir komnir, og nógv bendir á, at Florida kann fáa sama týdning fyri forsetavalið hesaferð sum seinast. Veljarakanningar teir seinastu dagarnar hava víst, at tað stendur á jøvnum ímillum Bush og Kerry í Florida, 48 prosent í part. Støðan er tann sama í statunum Iowa og New Hampshire, men av tí at Florida hevur nógv fleiri valmenn enn hinir báðir statirnir, hevur úrslitið har størri týdning. Í gjár kundu teir fyrstu veljararnir í Florida greiða atkvøðu, og bæði valevnini hava heitt á sínar veljarar um at atkvøða nú.
Tað eru serliga teir nógvu latínamerikonsku veljararnir í Florida, sum valevnini stríðast um. Umleið ein fimtapartur av fólkinum í statinum er av latínamerikonskum upruna. Veljarakanningar í øðrum statum hava víst, at har taka tey flestu "latinos" undir við Kerry, men at Bush er betur umtóktur ímillum latínamerikanararnar í Florida, sum yvirhøvur eru av kubanskum uppruna.
Kanningar í seinastuni hava víst, at Bush liggur stavnin framman fyri Kerry, tá tað snýr seg um prosentir, men at Kerry fær fleiri valmenn. Tað er tað seinna, sum er avgerandi. Sambært New York Times hevur Kerry tryggjað sær 221 valmenn, meðan Bush hevur 213. Á einari óheftari heimasíðu verður hildið, at lutfallið er 220-214, meðan ein republikonsk heimasíða væntar, at Bush fer at vinna valið við 274-264. yri at sleppa í Hvítu Húsini skal annað valevnið hava minst 270 valmenn.