Nú dryppar eisini á onkrar av útoyggjunum

Nú fáa summar av teimum smáu oyggjunum eisini ein part av framburðinum

Nú fáa eisini summar av útoyggjunum ein lítlan part av tí fólkavøkstri, sum hevur verið í Førouyum. Tey nýggjastu tølini frá hagstovuni vísa nevniliga, at nú er fólkatalið á summum av útoyggjunum eisini kvinkað upp eftir og sostatt dryppar framgongdin í fólkatalinum eisini á tær.

Uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, at hetta seinasta árið, er fólkatalið í Kalsoynni vaksið fimm fólk, so nú búgva 80 fólk í Kalsoynni. Tað eru serliga fólk aðrastaðni frá, sum eru flutt í Kalsoynna, men har er eisini eitt barn føtt í Kalsoynni, men eingin kalsoyingur doyði í fjør.

í Nólsoy er tað vaksið fýra fólk, so nú búgva 232 fólk í Nólsoy. Trý fólk eru flutt til Nólsoyar aðrastaðni úr Føroyum og har eru fýra børn fødd og trý fólk eru deyð, so tey hava eitt burðaravlop upp á eitt.

Í Fugloy er tað vaksið eitt fólk, so nú búgva 40 fólk har. Her er talan um tvey fólk, sum eru flutt til Fugloyar aðrastaðni úr Føroyum.

og í Skúgvoy býr nú eitt fólk meiri enn fyri einum ári síðani, so nú búgva 31 fólk í Skúgvoy. Eitt fólk er flutt úr Skúgvoy uttanlands og eitt fólk er flutt uttanlands til Skúgvoyar, men eitt fólk er flutt til oynna aðrastaðni úr Føroyum.

Hinvegin er fólkatalið óbroytt í Svínoy og í Mykinesi, so tær báðar oyggjarnar halda í hvussu so er stand. Í Stóru Dímun er fólkatalið eisini óbroytt - og í Koltri býr ongin longur.