Nú drekka danir verri enn grønlendingar

Í mong ár hava danir gjørt gjøldur burtur úr grønlendingum og teirra drykkjuvanum, men nú er myndin vend. Tí nýggj hagtøl frá grønlendsku hagstovuni vísa, at nú drekka grønlendingar minni alkohol enn danir.

Grønlendsku hagtølini vísa, at Grønland innflytir 9,8 litrar av alkoholi fyri hvørt fólk oman fyri 14 ár. Tað er 3,7 litrar minni enn fyri tólv árum síðani, og hesi árini hevur nýtslan verið støðugt minkandi. Tað er tó vert at geva gætur, at tølini umfata innflutt alkohol og ikki, hvussu nógv verður brúkt.

Tey nýggjastu donsku hagtølini vísa, at hvør dani oman fyri 14 ár brúkar 11,1 litrar av alkoholi um árið ella 1,3 litur meiri enn grønlendingar. Tað merkir eitt nú, at hvør dani oman fyri 14 ár drekkur 86 øl meiri enn hvør grønlendingur um árið, um alkoholprosentið er 4,6, skrivar Fyens Stiftstidende, sum hevur hugt at hagtølunum.