Nú draga teir eina línu

-Vit hava tikið okkum saman fyri at forða fyri, at oyðileggjandi kreftir sleppa framat, sigur Shimon Perez, sum nú skal royna at vinna valdið saman við fyrrverandi mótstøðumanni sínum.

Í politikki kann alt henda, og eitt tað besta dømið um tað kom um vikuskiftið, tá Ísrael fekk eina politiska greipu, sum fáu ella eingin hevði ímyndað sær fyri nøkrum árum síðani.

Á felags tíðindafundi kunngjørdu Ariel Sharon, forsætisráðharri, og fyrrverandi formaðurin í Arbeiðaraflokkinum, Shimon Perez, at teir báðir hava tikið seg saman við tí fyri eyga at vinna tjóðartingsvalið næsta ár. Teir eru á einum máli um, at ein tílík samgonga er neyðug, tí annars er vandi fyri, at kreftir, sum eru ímóti friðartilgongdini, fáa valdið.

-Vit hava tikið hetta stigið fyri at forða teimum oyðileggjandi kreftunum at sleppa framat, segði Shinom Perez.

Sharon nýtti á fundinum høvið til at rósa fyrrverandi mótstøðumanni sínum fyri at hava tikið eina skilagóða avgerð. Orðalagið hevði verið púra óhugsandi fyri bara fáum árum síðani. Perez hevur verið talsmaður fyri einum nýggjum Miðeystri við einum jødiskum og einum palestinskum ríki. Júst hesum hevur Sharon stríðst ímóti av øllum alvi. Hann gjørdi av at byggja fleiri jødiskar niðursetubygdir í teimum palestinsku økjunum júst til tess at forða fyri, at palestinar nakrantíð skuldu fáa egið ríki. Tað seinasta árið hevur hann broytt kós eftir hørðum altjóða trýsti.

Tey, sum finnast at avgerðini hjá Perez, leggja hann undir at gera tað fyri at útvega sær ein ráðharrasess í næstu stjórnini, men hesum vísir Perez aftur. Á tíðindafundinum segði hann, at samstarvið teirra millum er einasti møguleikin fyri at bjarga friðartilgongdini.

Hinvegin er eingin ivi um, at Shimon Perez fær ein leiðandi ráðharrasess í næstu stjórnini, tí meiningakanningarnar vísa, at hann og Sharon fara at tryggja sær meirilutan av teimum 120 tinglimunum. Likudflokkurin, sum Sharon var formaður í, fær sambært kanningunum minni enn 10 umboð, meðan Arbeiðaraflokkurin, sum Perez var formaður í, fær umleið 30 tinglimir.