Jóhan á Plógv Hansen og teir í Bjerringbro-Silkeborg fáa møguliga ein nýggjan kendan leikara í hópin. Talan er um strikuspælaran, danska landsliðsleikaran, Jesper Nøddesbo.
JydskeVestkysten skrivar, at felagið er í ferð við at skapa eitt samstarv ímillum stuðlarnar Jyske Bank, Grundfos og Lars Larsen, sum skulu gera tað møguligt at fáa fatur á honum.
36 ára gamli Jesper Nøddesbo hevur seinastu tíggju árini spælt í FC Barcelona, har hann hevur sáttmála fram til næsta ár. Hann byrjaði annars yrkisleiðina í Tvis Holstebro, sum tað æt tá.
Formaðurin í Bjerringbro-Silkeborg, Jesper Schou, vil ikki avdúka ov nógv, men í samrøðu við DR sigur hann, at teir eru áhugaðir og tilreiðar um møguleiki verður fyri at fáa fatur á Nøddesbo.
Jóhan á Plógv Hansen spælir sum kunnugt við Bjerringbro-Silkeborg. Hann er í løtuni í gongd við uppvenjing eftir ein álvarsligan skaða í krossbandinum.









