Nú Café 22

Tórshøll, sum hevur verið partur av miðbýnum í Havn síðan hin 16. august 1971, er nú farið í søguna.

Hósdagurin hin 8. november var dagurin, tá virksemið í Sverrisgøtu 22 í Havn skifti navn til Café 22. Nú er tað soleiðis Café 22 Sp/f, sum rekur virksemið í hølunum, har Tórshøll Pub var, og hetta verður gjørt við almennum skeinkiloyvi.

Stjóri og ábyrgdarhavari av Café 22 er Jóan Pauli Joensen, sum eisini kemur at skipa fyri dagliga rakstrinum. Virksemið, sum Tórshøll hevur havt síðan 1971, er hildið uppat.

Jóan Pauli Joensen sigur við Portalin, at ein orsøkin til hesar broytingar er, at Café 22 fær rúmari ræsir og tí kann taka upp kappingina við aðrar Café’ir.

- Vit fara eitt nú at vísa fótbólt á stórskíggja, og vit fara at hava okkurt lætt til matna til vitjandi frá klokkan 11 á morgni.

Stjórin og leiðarin sigur, at frá mánadegi til og við hósdag og sunnudag verður opið til klokkan 23.45, og fríggjakvøld og leygarkvøld verður opið til klokkan 03.45.

- Vit fara eisini at halda fram við at hava livandi tónleik leygarkvøld, sigur Jóan Pauli Joensen.