Nú byrjar toppurin at mynda seg

Eftir dystirnar mikukvøldið, hava oddaliðini í bólkunum, A og B, styrkt um oddastøðu sína, men enn er tó ikki avgjørt, hvørji av liðunum skulu vinna sær pláss í fjórðingsfinalunum, hóast tey bæði fremstu liðini í bólkunum nú hava sera góðar møguleikar at koma víðari

Fýra dystir í seinna bólkaspælinum vórðu leiktir mikukvøldið, og uttan at nøkur sensatión dagaði undan, styrktu favorittarnir um oddastøðu sína. Serliga í bólki A, tykist tað nú greitt, hvørji lið koma víðari, meðan Valencia enn hevur møguleika at gera nakað við Fiorentina og Manchester United.


Bólkur A:

Rivaldo vann á Jardel

Tá Barcelona á heimavølli tók ímóti Porto,Var tað fyrst og fremst heimsins besti fótbóltsleikari, Rivaldo, sum var munurin á liðunum báðum.

Ikki tí, ein annar brasiliumaður, Jardel, legði nakað óvæntað gestirnar fram um, men eftir stuttari løtu, hevði Rivaldo javnað støðuna, tá hann við einum beinleiðis frísparkið sendi bóltin í málið.

Spanska meistaraliðið vann seg upp á 2-1, tá Figo sendi eitt hornaspark inn fyri málið, har Frank de Boer var hægstur og stútaði bóltin í málið.

Beint fyri hálvleik kundi ein annar hollendingur, Patrick Kluivert, økjatil 3-1, tá hann sera hegnisliga fekk tamarhald á einum innleggi úr høgru, áðrenn hann dróg fram við verjuleikara og sendi bóltin í máli.

Í seinna hálvleiki legði Porto eitt stórt tyst á mótstøðuliðið, og tígjgu minuttir fyri leiklok, fekk Jardel sítt næsta mál, soleiðis at spenningur aftur kom í dystin.

Hesin helt seg fram til 89. minutt, tá Rivaldo enn einaferð fekk alt Camp Nou at dansa, tá hann fór sjálvur fram við verjuni, fintaði málverjan og legði bóltin í tóma netið.

Tey bæði stórliðini av Iberisku hálvoynni hava tó framhaldandi sera góðar møguleikar fyri at røkka fjórðingsfinalunum, tí hin dysturin í bólkinum lagaði seg soleiðis, at Hertha Berlin og Sparta Prag býttu stigini ímillum sín.

Tað var annars heimaliðið, sum legði seg á odda, tá miðvallarin, Sixten Veit, úr stuttari fjarstøðu sendi eitt skot í netið. Tað, sum eftir var av dystinum, var líkt til, at týskararnir høvdu tamarhald á støðuni, men brádliga hendi tað, sum avgjørt ikki mátti henda.

Miðvallarin Dariusz Wosz for fullkomuliga skeivur av einum bólti, og Horst Siegl fekk fatur á bóltinum. Hann setti beina kós móti málinum, og tað eydnaðist honum eisini at skorað, hóast verjuleikari hjá týska liðnum nær um megnaði at verja fyri í evstu løtu.

Barcelona er nú á odda í bólkinum við sjey stigum, Porto hevur seks stig, meðan Hertha Berlin og Sparta Prag hava ávíkavist tvey og eitt stig.

Góð líkindini eru tí fyri, at tað verða Barcelona og Porto, sum leika fjórðingsfinalurnar, men Hertha Berlin kann framvegis gera um seg, men so skulu úrslitini laga seg sera væl.


Bólkur B

Giggs bjargaði Manchester

Manchester United vann sær tey trý væntaðu stigini, tá teir á heimavølli vunnu 2-0 á franska Bordeaux. Sigurin var tó langt í frá so tryggum, sum tølini vísa, tí europeisku meistararnir sýndu als ikki nakað meistaraspæl hetta kvøldið.

Álopsspælið tóktist sera trekt, og verður sæð burtur frá eini vandamiklari frísparksroynd frá David Beckham, so gekk long tíð, áðrenn heimaliðið hevði nakra veruliga roynd móti málinum.

Móti endanum av fyrra hálvleiki eydnaðist tað tó Ryan Giggs at leggja heimaliðið fram um, tá Beckham sendi eitt av sínum væl kendu innleggum beint fyri føtur hansara.

Stutt eftir hetta, kundi Nicky Butt økt um leiðsluna, men hann brendi upplagda møguleikan, hann fekk, tá Giggs breyt ígjøgnum í vinstru.

Í seinna hálvleiki mundu áskoðararnir hjá heimaliðnum sett hjartað í hálsin, tá fransmenninir tvær ferði innan stutta tíð, gjørdust púra leysir í brotsteiginum. Lukkutíð megnaði Herve Alicarte ikki at umseta risamøguleikarnar til mál, og í staðin kundi Teddy Sheringham økja til 2-0, tá Giggs enn eina ferð dróg ígjøgnum í vinstra borði.

Walisiski úrmælingurin tykist nú rættuliga at hava funnið stevið aftur, eftir at fyrr í ár hevur skaddur í drúgva tíð. Móti Bordeaux var hann nógv besti leikari á vøllinum, men um restin av liðnum ikki fær spælið at rigga betur, er lítið, sum bendir á eina endurtøku av finalusigrinum undanfarnu kapping.

Fyrstu ferð at fótbóltsáskoðarar veruliga bitu merki í navnið, Predrag Mijatovic, var tá hann fyrst í nítiárunum skeyt eina rúgvu av málum fyri spanka Valencia. Síðani er hann umvegis Real Madrid komin til Firenze, og mikukvøldið skuldi hann royna seg móti fyrrverandi liðfeløgum sínum úr Valencia.

Hann varð eisini maðurin, sum um miðan fyrra hálvleik skeyt einasta málið í dystinum, og sum samstundis tryggjaði, Fiorentina framhaldandi er á odda í bólkinum.

Málið skeyt hann við brotssparki, eftir at hann sjálvur varð feldur í spanska brotsteiginum. Løtu seinni kundi Rui Costa økt um leiðsluna, men skot hansara fór beint við síðuna av spanska málinum.

Ístaðin varð tað nú Valencia, sum legði eitt stórt trýst á italsku verjuna. Italski venjarin, Giovanni Trappatoni, er tó kendur fyri, at lið hansara eru stinn í verjupartinum, og soleiðis varð eisini hesu ferð. Fyrst og fremst orsakað av stórspæli frá Fransesco Toldo, megnaðu teir at halda fast um leiðsluna, og miðskeiðis í seinna hálvleiki kundi Batistuta sløkt sponsku vónirnar, men úr fríari skotstøðu sendi hann bóltin beint á spanska landsliðsmálverjan, Canizares,

Við sigrinum helt Fiorentina fast um oddastøðu sína, og hava teir nú sjey stig. Manchester United hevur seks stig á øðrum plássi, meðan Valencia hevur trý stig. Niðast liggur Bordeaux, sum bert hevur eitt stig, og tískil lítlan og ongan møguleika at vinna sær sæti í fjórðingsfinalunum.