Leygardagin byrjar fremsta fótbóltskappingin í Onglandi aftur. Premier League er helst tann best umtókta fótbóltskappingin í heiminum, og nú verður aftur lagt til brots. Fyrstu dystirnir verða spældir leygardagin, og nú sum áður er tað Chelsea, sum er favorittur til at vinna meistaraheitið. Fyrsti dysturin hjá Chelsea verður ímóti Manchester City sunnudagin. Liverpool fær høvi at spæla fyrsta dystin leygardagin, tí longu klokkan 12.45 spælir Liverpool ímóti uppflytarunum úr Sheffield United.