Nú byrjar politiska telvingin um fiskivinnuna

Nú byrjar verulliga stríðið um býtið av virðunum í fiskivinnuni

Nýskipanarbólkurin hevur lagt uppskotið fram um, hvussu føroyska fiskivinnan kann skipast eftir 1.januar 2018.

Bólkurin hevur víst á fleiri møguleikar, og í fleiri førum ber væl til at finna semju millum politisku flokkarnar, men spurningurin um hvør skal hava atgongd til rættindini at fiska um 16 mánaðir .

Uppboðssøla er ein møguleiki – men sum tað sær út, so tekur hvørki stórur partur av vinnuni ella andstøðan undi við tí.

Samgonguleiðararnir Aksel V. Johannesen, Høgni Hoydal og Poul Michelsen hava alment boðað frá, at teir framvegis halda til tann fiskivinnupolitikk, sum er nevndur í samgonguskjalinum