- Flestu partrolarar eru til fiskiskap. Skipini fáa mest av upsa, men fiskiskapurin er smáligur. Eitt par fiskar svartkalva og kongafisk. Partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at trý partrolarapør longu eru farin ella gera seg klár at fara at fiska gulllaks. Vanliga plagdi gulllaksaveiðan ikki at byrja um hálvan apríl.
- Ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva og kongafisk og kemur helst inn at landa fyrst í næstu viku. Helst fer onkur, sum liggur, út aftur ein at næstu døgunum.
Lagt verður aftrat, at ein trolbátur er á Skeivabanka og fiskar havtasku, og fýra eru norðan fyri og fiska tosk og hýsu. Fiskiskapurin er brúkiligur, og væntandi koma allir inn at landa mánadagin.
- Tvey garnaskip fiska svartkalva og ein fiskar havtasku. Skipini, sum fiska svartkalva, koma helst inn at landa síðst í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.