Umframt møguleikan at umboða Føroyar í Heimsfinaluni í London og at vinna 100.000 dollarar, fær bólkurin, ið vinnur føroyska partin av kappingini, sum nakað nýtt eisini aðrar vinningar. Niðanfyri svara vit nøkrum av spurningunum, sum stinga seg upp, tá prátið fellur á GBOB.
Hvat er GBOB?
GBOB stendur fyri Global Battle of the Bands, eisini kallað GBOB Challenge. Kappingin er tann størsta kappingin av sínum slag í heiminum og savnar túsundatals bólkar, ið kappast um heiður og æru og 100.000 amerikanskar dollarar í reiðum pengum. Kappingar eru í meira enn 30 londum, men bara ein bólkur úr hvørjum landi sleppur víðari til Heimsfinaluna, sum verður hildin í London í desember á hvørjum ári.
Hvussu hevur gingist hjá føroyskum bólkum?
Føroyar vóru fyrstu ferð við í 2005, og vit hava øll árini havt góð úrslit at vísa á.
Boys In A Band vunnu Heimsfinaluna í fjør, Marius blivu nr 6 í 2005, og Deja Vu vaktu nógvan positivan ans í 2006. Vit hava sostatt góðar grundir at halda, at hetta ikki bert er hepni, men nakað, vit veruliga eru dugnalig til.
Hvør kann vera við?
Tað, sum krevst fyri at taka lut, er, at talan er um ein tónleikabólk (minst tveir persónar), at bólkurin spælir tónleikin sjálvur (ikki play back), og at tað ikki verða spæld tøkuløg (eingi cover løg). Tú kanst vera professionellur og hava hava bæði plátu-, booking, og managementsáttmálar við hvønn sum helst, ella tú kanst koma beinleiðis úr venjingarhølunum og ongantíð hava spælt alment fyrr. GBOB Challenge hevur sum endamál at finna verulig talent og fáa tey fram í ljósið, og bjóðar tískil øllum vælkomnum, uttan mun til sjangru ella støðu.
Hvat kanst tú vinna?
Tann bólkurin, sum dómararnir velja skal vinna leygarkvøldið, sleppur fyrst og fremst víðari til London at kappast móti vinnarabólkunum úr fleiri enn 30 øðrum tjóðum, har høvuðsvinningurin er 100.000 US Dollarar. Fyrireikararnir rinda ferð og uppihald fyri bólkin. Harnæst fær vinnarabólkurin 3 dagar í upptøkuhølum hjá Kringvarpinum við tøkningi frá útvarpinum, eina professionella myndatøku við MOMO/Kristfríð Tyril og eitt gávukort til tónleikaútgerð frá Simma áljóðandi 10.000 kr.
Nær er tilmeldingarfreistin?
Bólkar kunnu melda til GBOB Challenge kappingina til á midnátt í kvøld, hóskvøld. Tilmelding fer fram á heimasíðuni www.gbob.com