Nú kl.18.00 byrjar FM í súkkling á landavegi. Kappingin er skipað í tríggjar teinar, nevniliga býarkoyring, einkultstart og landavegssúkkling, og eru teinarnir býttir yvir teir komandi tríggjar dagarnar.
Í dag verður býarkoyring, eisini kent sum kriterium. Súkklað verður í hjartanum av Havnini. Startur og mál eru á Vaglinum, og so gongur leiðin annars niðan eftir Tinghúsvegnum, oman eftir Sverrisgøtu, oman eftir Tórsgøtu, niðan framvið Havnar Kirkju og oman á Áarvegin.
Súkklað verður í ein tíma, tá ið ein klokka fer at ringja fyri at seinasta umfar er farið í gongd, og vinnarin av hesum umfarinum verður tann, sum fer avstað við fyrsta av teimum trimum FM-heitunum í ár.










