Í ár kunnu vit umframt tey vanligu liðini bjóða fram nógv ymiskt nýtt og spennandi, sigur Fimleikarfelagið Ljósið í Havn, sum í morgin hevur tilmelding til fimleikin komandi vetur.
Tilmelding fer fram í Sankta Fransskúlanum í dag, leygardagin, klokkan 10.00-12.00.
Frá 12.00 ber til at melda til umvegis heimasíðuna.
Leggið til merkis, at í ár hava vit innført syskinaavsláttur. Vit gleða okkum at koma í sving aftur aftan á summarsteðgin, siga tey úr Fimleikafelagnum Ljósinum.
Tey leggja afturat, at tey hava góðar og royndar venjarar á øllum liðum.
Hetta er nakað, vit hava raðfest høgt. Sum nakað heilt nýtt fara vit í ár at hava fimleik fyri pápar/menn/abbar, siga tey í Ljósinum.
Meira kann lesast á heimasíðu felagsins www.ljosid.fo