Leygardagin byrjar kappingin um Løgmanssteypið. Í innleiðandi umfarinum spældi feløg í lægri deildunum, og Formulaliðini koma ikki upp í kappingina fyrr enn næsta vikuskiftið.
Fýra dystir verða spældir leygardagin.
Á Tvøroyri verður lokaluppgerð millum TB og Royn, og niðurflytararnir á Tvøroyri skulu við nýggjum venjara við róðrið royna at fóta sær aftur í einum nýggjum kappingarári.
Ein onnur lokaluppgerð verður í Vágum, har SÍ, sum spælir í 1. deild, og MB, sum spælir í 2. deild, fara at dystast.
Tvey av sterkaru liðunum í 1. deild hittast leygardagin. Tað eru FS Vágar 2004 og AB, sum spæla í Sandavági, og í seinasta dystinum hittast Fram og NÍF.