Nú byrjar dansiveturin aftur

Norðurstreymoyar Dansifelag skipar aftur í ár fyri føroyskum dansi, og sum vant er, verður byrjað seinasta vikuskiftið í september, t.v.s. hesaferð leygarkvøldið 29. septembur, á Mikkjalsmessu.

Dansurin, sum er almennur, verður í Glæmuni í Kvívík kl.21. Fyriskipararnir siga, at okkurt verður til matna um midnáttarleitið, og so verður hildið á til út á náttina.