Á fundi mánadagin fara uttanríkisráðharrarnir hjá ES-londunum formliga at játta belgiska formansskapinum at fara undir samráðingar við íslendsku stjórnina um limaskap í Evropasamveldinum. Tað siga diplomatiskar keldur í Bruxelles fyri Ritzau.
Ríkis- og stjórnarleiðararnir í ES samdust longu í juni um at fyrireika samráðingar um íslendskan limaskap.
Semjast partarnir, kann Ísland fáa limaskap aftan á Kroatia sum limaland nummar 29. Kroatiska stjórnin hevur í sínum lagi sagt, at hon ætlar at fáa limaskap í 2012.
Íslendska stjórnin hevur givið tilsøgn um, at landið fer ikki upp í ES, uttan at fólkið samtykkir tað á einari fólkaatkvøðu.