John Johannessen
Úr Keypmannahavn
Klokkan eitt kom løgmaður við fylgi av landsstýrisfólkum og embætisfólkum í danska forsætismálaráðið, har onnur runda av ríkisrættarligu samráðingunum í dag fara fram.
Áðrenn fundin beyð danski forsætisráðharrin føroyingunum til frokost, eins og við fyrstu rundu. Báðir partar sita enn við frokostborðið, men væntandi byrja veruligu samráðingarnar inni í eikitræðssalinum um eina lítla løtu.
Samráðingarnar skulu vara til klokkan níggju í kvøld, danska tíð, og verður tíðindafundur hildin klokkan eitt korter til tíggju í speglsalinum.










