Í Ísrael hevur Shimon Peres, forseti, nú tosað við formenninar í øllum teimum 12 flokkunum, sum fingu umboð í Knesset á valinum í síðstu viku.
Forsetaskrivstovan kunngjørdi í gjárkvøldið, at í morgin fer forsetin at boða frá, hvør av floksformonnunum fær uppgávuna at skipa stjórn. Eygleiðarar í Ísrael ivast ikki í, at tað verður verandi forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu.
Verður tað Netanyahu, fær hann 28 dagar til at royna at skipa eina samgongustjórn.










