Nú byrja línuskipini á Flemish Kap

- Hetta er góð árstíð til fiskiskap, og fiskaprísirnir eru vanliga góðir fyrst í árinum, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

Fimm línuskip eru til fiskiskap undir Føroyum í løtuni. Tvey eru á Íslandsrygginum, tvey vestan fyri, og eitt er sunnanfyri.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at meginparturin av veiðini hjá línuskipunum er toskur, brosma og longa - og so fáa tey eisini nakað av svartkalva og blálongu.

 

Møguliga kemur okkurt av hesum skipum inn at landa síðst í næstu viku ella fyrst í aðru. Línuskip, sum liggja, fara væntandi út aftur í næstum, nú streymurin er góður. 

 

Lagt verður aftrat, at fimm frystilínuskip fara at byrja fiskiskap á Flemish Kap sunnudagin.

 

- Útlitini til útróður í næstu vku eru ivingarsom. Streymurin verður góður, men veðrið verður eftir veðurforsagnum ikki nakað serligt. 

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey kortini, at onkur løta verður til útróður. Hetta er góð árstíð til fiskiskap, og fiskaprísirnir eru vanliga góðir fyrst í árinum.