Sigmundur Davið Gunnlaugsson, sum hevur fingið litið upp í hendi at skipa nýggja stjórn í Íslandi, ætlar sær undir formligar samráðingar um vikuskiftið.
Tað segði hann í gjárkvøldið. Hann vildi tó ikki siga, hvønn flokk ella hvørjar flokkar hann fer at hava formligar samráðingar við.
Teir seinastu dagarnar hevur Sigmundur Davið Gunnlaugsson havt fundir við formenninar í hinum flokkunum, har hann hevur kunnað seg um støðu teirra til tey ymsu málini.