Nýbrot: Pípualing av stórum smolti

Alifelagið Lerøy í Noregi hevur fingið tvey menningarloyvi til aling av smolti í sonevndari pípualing, sum tað verður rópt.

 

Norska fiskivinnuumsitingin hevur um dagarnar givið alifelagnum Lerøy tvey menningarloyvi til smoltaling. Loyvini eru á tilsamans 1350 tons av fiski, og endamálið við loyvunum er framhaldandi menningararbeiði og realisering av afturlatnaðari smoltaling á sjónum.

Smoltalistøðin er ein flótandi rørbygnaður, eisini róptur pípualing, og tað er eitt dóttirfelag hjá Lerøy, Preline Fishfarming Systems AS, sum eigur rættindini til tøknina í verkætlanini. 

Sambært www.kyst.no heldur Lerøy, at prinsippið aftan fyri afturlatnu smoltalistøðina virkar, men í umsóknini verður ikki dult, at skipanin enn ikki virkar optimalt, og tískil hava eisini verið avbjóðingar á vegnum í menningini.

Verkætlanin við pípualing er ein viðari menning av Preline-skipanini. Málið er, at ein slík smoltalistøð skal kunna halda í 20 ár, og væntandi er, at tað - tá alt arbeiðið er íroknað - fer at taka einar 4-6 mánaðir at fóðra smoltini upp til eina vekt á eitt kilo.

Tá smoltini viga eitt kilo, verða tey flutt í vanligu aliringarnar. Eitt av endamálunum við pípualing av smolti er, skrivar www.kyst.no, at smoltini, tá tey seinni verða sett út í vanligu aliringarnar, skulu verða meira harðfør, enn tá tey eru vaksin upp á einari alistøð á landi.

##med2##