Brislingur, sum verður veiddur á føroyskum firðum og sundum, skal ikki longur virkast til ídnað, men til mannaføði. Smápartafelagið Bavila, sum vinnulívsmenninir Ingvar Joensen, Dánjal Jákup Andreasen og Jóhan Mortensen eiga, er farið undir eina nýggja og spennandi verkætlan at skilja og frysta brisling til matna.
Felagið hevur leigað seg inn í hølini hjá partafelagnum Snodd á Toftum, har fiskurin verður skildur í støddir og pakkaður. Frystingin fer síðan fram á frystigoymsluni í Vestmanna, áðrenn brislingurin verður útfluttur og seldur verksmiðjum, sum lata hann í dósir.
Teir, sum eiga smápartafelagið Bavila, hava verið uttanlands á kanningarferð, og í fyrstu syftu fer meginparturin av brislinginum til Svøríkis.
Í gjár tók Bavila ímóti fyrstu lastini. Tað var hósvíksbáturin Veðranes, sum landaði millum 12 og 14 tons til nýggja virkið. Teir fingu brislingin innast á Skálafirði.
Aðrir bátar, sum fara at veiða brisling í vetur og fara at landa veiðina á Toftum, eru Bakkafossur av Glyvrum og Katrin úr Søldarfirði.
Hesir bátar hava áður landað brisling og sild til Havsbrún í Fuglafirði, men nú fiskurin verður landaður til matna, fáa teir munandi meira fyri veiðina.
Smápartafelagið Bavila fer í fyrstu syfti at lata bátunum 2,50 krónur fyri kilo og teir, sum veiða, eru væl nøgdir við hendan avreiðingarprís.










