Pakistanska gentan Malala Yousufzai, sum varð illa særd, tá Taliban royndi at beina fyri henni, hevur tað munandi betur nú. Foreldrini og systkini hava verið á enska sjúkrahúsinum og vitjað hana, og í hesum sambandi er ein mynd av Malalu og húskinum almannakunngjørd.
Pápi Malalu segði á tíðindafundi í Birmingham í dag, at tey vóru farin at fyrireika jarðarferðina hjá gentuni.
-Hetta er einki minni enn eitt undur, tí støðan var sera hættislig. Í dag eru vit sera fegin, og vit biðja fyri henni, segði Ziauddin Yousufzai, sum takkaði øllum, sum hava hjálpt gentuni og teimum.
-Tá hon fall, reistist Pakistan, og hetta gjørdist ein vend fyri landið, segði hann.