Nú brenna teir stórviðin

Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin hava undanfarnu valskeiðini sitið við valdið og tømt kassarnar í føroyska samfelagnum. Nú eru teir í nýggju samgonguni farnir undir at brenna tann berandi stórviðin undan einum sjálvstøðugum, samhaldsføstum og kappingarførum Føroyum

Høgni Hoydal
------

Fátt er feigum forðað, sigur orðatakið. Og tað finst ongin formlig forðing fyri, at nýggja samgongan er farin undir at fremja sínar ætlanir. Bert moralsk og hugsjónarlig mørk. Ábyrgd og álit. Upplýsing og fólkaræðislig viðgerð, har fólk siga sína hugsan og kunnu meta um avleiðingarnar. Og vanligt vit og skil kunnu seta mørkini og forða fyri avgerðum, ið ikki vendist aftur frá.

Tað eru fýra grundleggjandi mál, sum nýggja samgonganer bundin saman um:

1. At bidda um hægri blokkstuðul úr Danmark
Hetta fer at binda okkum fastari at veitingum uttanífrá, bróta niður álit á okkum sjálv sum fólk og avreiða sjálvsavgerðarrætt. Blokkstuðulin er í dag komin undir 5% av okkara búskapi. Men hann skal aftur brúkast sum ein táta og ein forðing fyri, at vit nýta alla orkuna at hugsa um tey 95% av virðunum, sum vit sjálvi framleiða. Og at vit byggja álit á, at vit kunnu fáa nógv meira burturúr okkara egna tilfeingi og vinna okkum altjóða fyrimunir og kappingarføri við at standa á egnum beinum.

2. At fremja eina flatskattaskipan
Hetta fer at flyta skattabyrðuna og fíggingina av vælferðartænastum enn meira á miðal- og láginntøkubólkar, meðan hægstu inntøkubólkarnir fáa ein veruligan stóran lætta. Brúkaragjøld, har øll gjalda tað sama uttan mun til inntøku, verður tá einasti háttur at fíggja vælferðartænastur. Og príshækkingar og øktir kostnaðir fara at at kosta lægru inntøkunum. Talan er í stuttum um, at samgongan virkar sum ein øvutur Robin Hodd, ið tekur frá teimum veikaru til frama fyri tey, ið hava mest.

3. At skatta pensjónsuppsparing við inngjald og hækka skattaprosentini
Fyri eitt vanligt verkafólk merkir hetta, at tey missa upp í 1.500 krónur um mánaðin í pensjónsútgjaldi, og hesi skulu so fíggja skattalættan til hægru inntøkurnar. Ætlanin er at brúka allan peningin beinanvegin, ið annars hevði verið spardur upp. Harvið verður peningur, ið skuldi fíggjað vælferðartænastur um 10, 20 og 30 ár, ikki tøkur. Tað verða tá aftur bert vanligir løntakarar og skattur á lønararbeiði, ið skulu fíggja alt.

4. Fiskiloyvini skulu gerast rullandi – við strámonnum og spekulasjón
Í fiskivinnuni hevur samgongan boðað frá, at fiskiloyvini gerast endaliga “rullandi” loyvir. Hetta merkir, at ognarrætturin hjá landinum verður privatiseraður, og at loyvir kunnu keypast og seljast millum privat reiðarí fyri ovurstórar upphæddir. Bert tey, ið hava útlendskar strámenn aftanfyri seg kunnu vera við, og flotin endar skjótt á nøkrum fáum, útlendskum hondum.

At brenna stórviðin
Sambands- og Fólkaflokkurin havasitið við valdið seinastu tvey valskeiðini. Teir hava tømt allar kassar og koyrt landið út a eggina (millum annað vórðu tær 1,3 milliardirnar fyri søluna av Føroya Banka, sum teir høvdu bundið seg til at seta í búskapargrunn, brúktir). Nógv av innbúgvinum í samfelagsbúskapinum er sostatt brent seinastu árini. Nú eru teir so veruliga farnir undir at brenna tær berandi konstruksjónirnar – stórviðin – ið skal bera einum sjálvstøðugum og samhaldsføstum Føroyum frameftir.