Nú bragdar hjá samgonguni

Samgongan er eftir drúgt fundarvirksemi við at semjast um ein nýggjan politikk í ríkisrættarliga spurninginum

 

Samgongulimir eru komnir væl ávegis til eina semju um eina hóvliga gongd fram móti fullveldinum.

Hetta frætta vit frá samgongulimum eftir nógva fundarvirksemið, ið hevur verið bæði innanhýsis í flokkunum og millum flokkarnar í samgonguni allan dag. Drúgva fundarvirksemið tykist hava borið frukt, soleiðis at tað fer at eydnast samgonguni at koma við einari felags útmelding um framtíðar politkkin hjá samgonguni í spurninginum um ríkisrættarligu støðuna.

Í løtuni halda landsstýrisumboðini í samgonguni fund um støðuna. Sum skilst á løgmanni fer at bera til at avgreiða hendan fundin rímiliga skjótt. Løgmaður roknar í øllum førum ikki við at skula sita á fundi í nátt.

? Vit høvdu fyrr í dag ein ógvuliga positivan og uppbyggjandi fund, men gongdin er tó ikki heilt liðug enn. Tó vænti eg, at vit kunnu koma við eini felags útmelding einaferð um middagsleitið í morgin, sigur løgmaður.

Seinastu dagarnar hava ábendingar verið um, at samgongan møguliga fór at slitna, og Fólkaflokkurin hevur dúgliga fríggjað til Javnaðarflokkin. Men formaðurin í Javnaðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard, segði við útvarpið í kvøld, at hann enn eingi boð hevði fingið frá Fólkaflokkinum um at koma til samráðingar.

? Tað kann hugsast, at útmeldingarnar frá Fólkaflokkinum hava verið ein máti at fáa Tjóðveldisflokkin á glið, segði Jóannes Eidesgaard við útvarpið.

Hetta tykist eisini vera rætt, tí sum vit skilja á samgongulimum, eru partarnir um at semjast um eina ætlan, har fullveldið liggur einaferð frammi í tíðini.