Nú bragdaði hjá partrolarunum

Í seinastuni hava partrolararnir havt hampiligan fiskiskap.

Flestu partrolarar eru til fiskiskap. Teir fáa mest av upsa, og í seinastuni hava teir havt hampiligan fiskiskap. Partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Trý pør eru á gulllaksaveiði.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at ein djúpvatnstrolari partrolarar saman við øðrum skipi eftir upsa. Ein fiskar blálongu og stinglaks, og ein frystitrolari er farin til Eysturgrønlands at fiska svartkalva.

 

- Tveir aðrir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva undir Føroyum, men neyvan landar nakar djúpvatnstrolari fyrr enn í fyrsta lagi í endanum av næstu vku.

 

Um trolbátarnar verður sagt, at teir flestu eru til fiskiskap, men onkur er á beding. Tríggir fiska á landleiðini, og væntandi koma teir inn at landa seint í næstu viku.

 

- Tríggir trolbátar royna ytri, og væntandi kemur ein av hesum inn at landa mánadagin, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.