Týsdagin fór ein vøruvognur í luftina í Bagdad. Minst fimm fólk doyðu, men tað vísti seg, at umleið 140 onnur gjørdust sjúk, og kanningar staðfestu skjótt, at klorgass var í bumbuni.
Amerikanskir talsmenn siga, at hetta var onnur bumban við klorgassi, sum er brostin í Bagdad í hesari vikuni. Í hinum førinum doyðu fýra fólk, og umleið 35 máttu flytast á sjúkrahús.
Eitt eygnavitni sigur við Reuters, at gul skýggj komu frá spreingingini, og at tey, sum vóru nærhendis bumbustaðnum, høvdu ilt við at draga andan.
Talsmaðurin hjá amerikonsku herleiðsluni í Irak, Christopher Garver, sigur við Reuters, at endamálið hjá uppreistrarmonnunum við at brúka klorgass í bumbunum er at ræða irakska fólkið. Hann vísir á, at irakska fólkið hevur ringar royndir av gassi og sipar til, at gamla stýrið hjá Saddam Hussein plagdi at brúka gass ímóti sínum fíggindum.