Uppsjóvarskipið Nýborg hjá Ocean Group Faroes í Vági, sum fyrst í hesum árinum fekk ein stóran sjógv einar 170 fjórðingar sunnan fyri Føroyar, er nú liðugt umvælt í Runavík og Skála og kann nú rigga til at fara til fiskiskap aftur.
Tað er byggifyritøkan Articon, sum hevur samskipað stóra umvælingararbeiðið, har felagið sjálvt hevur tikið sær av einum parti, og síðan eru tað ymiskir veitarar, sum hava arbeitt beinleiðis fyri reiðaríið. Umvælingararbeiði byrjaði fyrst í januar og var liðugt næst síðsta hósdag.
Feløgini, sum hava gjørt umvælingararbeiðini, eru ArtiCon og nógvir ymiskir undirveitarar. Í stuttum eru arbeiðstakararnir, sum hava verið við í umvælingararbeiðnum, hesir:
Apteringsarbeiði og samskipan av arbeiðnum (ArtiCon), Gólvklæðing (GólvFix, Skopun), Møblar og snikkaraarbeiði (Træsmiðjan, Tórshavn), Múraraarbeiði (ArtiCon), Reinsing av stáli o.a (DryIce, Eiði), Ventilatión og útsúgving (Renovent, Hósvík), Reinsing av møblum, madrassum v.m. (Betri Trygging), Reingerð (PM Pluss, Tórshavn), El-arbeiði, alarmskipan o.a. (El-Service, Skála), Tól á brúgv/ kontrollrúmi v.m. (Radiobúðin, Saltangará), Trolskipan v.m. (KJ-Hydraulik) og stálarbeiði (Mest).