Eitt hátrýst yvir Íslandi fer komandi dagarnar spakuliga í ein landsynning og rættiliga turr og køld luft kemur tí inn yvir Føroyar av eystri. Í næstu viku fara brúgvaløg við regni og vindi at koma inn yvir okkum av útsynningi. Seinni í vikuni rekur køld luft við kava og vátaslettingsælum inn yvir Føroyar av útnyrðingi.
Veðrið í dag
Lot til andøvsgul av landnyrðingi, 3 til 8 m/s. Skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin millum 2 og 6 stig, í kvøld og í nátt niður móti frostmarkinum.
Í morgin
Lot til andøvsgul av landnyrðingi og eystri, 2 til 7 m/s, sum um náttina frískar í gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin alt samdøgrið millum 1 og 6 stig.
Týsdagin
Hann frískar vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi, 8 til 13 m/s, um kvøldið veksur hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn ella ælaveður, men út á dagin samregn. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 8 stig.
Mikudagin
Hann makar vindin í lot til andøvsgul av eystri og landsynningi. Um náttina øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, av norðri og útnyrðingi, við hørðum hvirlum. Skýggjað og regn. Hitin millum 5 og 10 stig.
Hósdagin
Hann veksur vindin í strúk í vindi upp í skrið av suðri av útnyrðingi, 13 til 18 m/s, við hørðum hvirlum. Skýggjað og samregn og hitin millum 2 og 6 stig. Um náttina minkar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s. Han klárar í og hitin fellur móti frostmarkinum.
Fríggjadagin
Eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga vátaslettingur ella kavi. Hitin alt samdøgrið millum 2 kuldastig og 3 hitastig.










