Eirikur Lindenskov
Arvauheer
Mongolia
? Hetta hevur verið ein sera trupul tíð hjá okkum. Vit hava fyrstu tíðina roynt at gjørt tað, vit hava kunna fyri at bjarga dýrunum, sum eru lívsgrundarlagið hjá okkum. Men nú síggja vit veruleikan í eyguni, at fellið verður út við ein triðing av øllum dýrum. Nú mugu vit hugsa um fólkini ? og tryggja teimum føði, sigur O. Batgmunkh, sum er guvernørur í landslutinum Uverkhangai, umboðandi Tjóðskaparflokkin, sum eisini situr í landssins stjórn saman við Javnaðarflokkinum.
Guvernørurin greiðir norðurlendsk tíðindafólkunum frá støðuni. Hann sigur, at um 9.000 familjur hava færri 100 djór, og at tey eru størsti vandabólkurin, tí tey tola ikki at missa.
? Tit mugu minnast til, at hetta er høvuðsvinnuvegurin í landsluti okkara. Ringast raktu familjurnar hava mist tað, tey hava stríðst fyri seinastu fimm árini, og tað fer at taka teimum minst fimm ár at koma uppaftur á sama støði.
Fyri at bjarga sær eitt sindur av inntøkuni taka bóndurin skinnini av djórunum at selja. Av somu orsøk er sjónin tað ótespiligari at síggja túsundtals naknu djórini liggja á markini.
Guvernørurin greiðir frá, at stjórnin fyrst og fremst hevur gjørt hvat hon kann at tryggja dýrini.
? Vit hava roynt at útvega fóður og heilivág, men ráðini eru tíverri ikki tey nógvu, sigur hann, og skundar sær at leggja afturat, at nú verður bara hugsað um fólkini.
? Tað kann gera tað sama at fara at stríðast við at útvega fóður til øll djórini ? tí kemur hjálpin ikki innan 10 dagar, er hon nyttuleys.
Her í býnum ganga annars søgur um, at í grannalandslutinum eru 800 tons av fóðuri til sølu.
? Jú, tað er rætt. Tað er ein privatur felagsskapur sum eigur fóðrið - og vit hava ikki ráð at keypa tað.
Hetta ljóðar løgi í okkara oyrum, men havandi longu avstandirnar í huga og sera vánaliga samferðslunetið, so skal nógv til at flyta fóðrið higar.
Guvernørurin leggur dent á, at nú verður alt gjørt til tess at tryggja mannalív.










