Nú kanst tú koma við tínum uppskoti til, hvør tú heldur skal vera ársins íverkseti 2019. Heiðurslønin sum ársins íverkseti verður latin á Ársins Íverksetaradegi tann 3. mai 2019 í Løkshøll.
Ársins Íverksetaradagur er árliga tiltakið hjá Íverksetarahúsinum, sum heiðrar íverksetarar og íverksetan. Í tí sambandi verður ársins íverkseti funnin og latin eina heiðursløn. Á skránni verður millum annað spennandi fyrileystur við Thor Sigufsson, stovnara av Ocean Cluster í Reykjavík. Ocean Cluster er eitt martimt íverksetarahús har íverksetarar, granskarar og smáar fyritøkur, eru samlaðar fyri at skapa størri virði innan martimu vinnuna.
Øll kunnu koma við tilnevningum til ársins íverkseta, og ein dómsnevnd tekur endaligu avgerðina. Dentur verður lagdur á, hvør hevur víst nýhugsan, áræði og dirvi.
Freistin at koma við tilnevningum er til og við 15. apríl 2019.
- Íverksetarahúsið gleðir seg til at fáa nógv góð uppskot við góðum grundgevingum, sigur Íverksetarahúsið, sum skipar fyri.
Uppskot skulu sendast til Íverksetarahúsið á iverksetan(at)iverksetan.fo.