Nú ber til at skoyta aftur í Klaksvík

Skoytubroytin lat upp aftur í dag

Keðiliga veðrið seinastu dagarnar hevur ávirkað skoytubreytina í Klaksvík. Men nú er klárt at skoyta aftur, boðar Klaksvíkar kommuna frá í dag. 

Í dag hevur skoytubreytin opið frá kl. 10.00 til 21.00. 

Annars hevur Skoytubreytin opið soleiðis:

Mánadag-fríggjadag frá kl. 12.00 til 21.00
Leygardag frá kl. 10.00 til 21.00
Sunnudag frá kl. 14.00 til 21.00